21 FM heiti og tað er altíð nýtt og øðrvísi

Ragna B. Patawary fegnast um í dag at hava vunnið 21. FM heitið, sum hon heldur var øðrvísi enn tey undanfarnu, og hon og Hervør Olsen, sum í dag skoraði trý mál, ætla aftur at vinna í 2022

 

Hvørt ár er øðrvísi enn øll hini. Hetta árið hevur verið øðrvísi á tann hátt, at í nógvum av dystunum hevur tað verið rættiliga tepurt.

 

-Sjey ferðir er tað endað javnt. Soleiðis plagar tað ikki at vera hjá okkum, tí vit plaga at vinna dystirnar, so hetta hevur verið strævnari, enn tað plagar at vera, sigur Ragna B. Patawary, sum í dag í fínum líkindum í Klaksvík var við til at vinna 6-0 ímóti AB/B71 í ársins síðsta dysti. Longu undan síðsta umfari var tað greitt, at KÍ var meistari í 2021, og harvið hevur KÍ verið meistari 21 ferðir.

 

Heilt merkisvert er tað, at Ragna B. Patawary hevur verið við til at vinna øll FM heitini. Tað hevur hon saman við tríburasystrini Rannvá og Malenu Josephsen.

 

Tað tykist ikki, at hon ætlar sær at gevast:

 

-Vit fara hvørt ár eftir at vinna allar dystirnar, og tað fara vit eisini at gera næsta ár, sigur veteranurin Ragna B. Patawary.

 

Hervør Olsen skoraði trý mál í 6-0 sigrinum í dag. Fram til 18. mai skoraði hon 13 mál. Síðani hevur hon verið so skaðadarvað, at hon ikki hevur verið á vøllinum. Tað var hon í dag, og hon skoraði trý mál og er toppskjútti hjá KÍ við 16 málum.

 

-Undir uppvenjingini hevur málið verið, at eg skuldi vera klár at spæla í síðsta umfari. Tað var eg, og eg eri sera fegin um, at eg fekk høvi at spæla við, sigur Hervør Olsen við Mariu Ziskason Nesá hjá Televarpinum.

 

Fríðin Ziskason frá FSF hevur handað gullkrónurnar til KÍ og FM steypið, sum liðformaðurin Sanna Svarvadal tók ímóti, og so syngja KÍ kvinnurnar Vit eru føroyameistarar. Tað eru tær fyri 21. ferð.

 

Maria Biskopstø setti hol á. Tá átti Eyðvør Klakstein uppleggið. Hon skoraði sjálv 4-0 máið. Ragna B. Patawary skoraði til 3-0.

 

NSÍ megnaði so at siga á málstrikuni at taka silvurkrónurnar fyri nøsini á EBS/Skála. NSÍ vann 7-0 á heimavølli ímóti B36, meðan EBS/Skála tapti 2-1 á útivølli ímóti HB.

 

Í dystinum millum Víking og 07 Vestur er hálvleiksstøðan 2-0 til Víking.

 

KÍ - AB/B71 6-0

 

Víkingur - 07 Vestur (2-0)

 

NSÍ - B36 7-0

 

HB - EBS/Skála 2-1

 

211470661349
NSÍ211335752842
EBS/Skála211254422041
HB211038522633
Víkingur201028543132
B36218211365126
07 Vestur204016226012
AB/B71211020101283