21 deyð í Sýrialandi

Í Sýrialandi hava trygdardeildir skotið í minsta lagi 21 fólk í sambandi við mótmælistiltøk aftan á fríggjadagsbønina í dag. Mannarættindafelagsskapir siga, at átta fólk doyðu í býnum Homs miðskeiðis í landinum, og at sjey lógu eftirá í Maarat al-Numan, sum er í útnyrðingsspartinum av landinum. Reuter-tíðindastovan skrivar, at trygdardeildirnar brúktu stríðsvognar til at spjaða eina mótmælisgongu í Maarat al-Numan.

Í Ain Arab, sum er eitt kurdiskt øki nærhendis býnum Aleppo har norðuri í landinum tustu fólk út á gøturnar, har tey kravdu, at myndugleikarnir skulu gevast við harðskapinum ímóti mótmælisfólkinum.

Um alt landið mælti mótmælisfólkið myndugleikunum til at taka hermenninar burtur frá teimum kringsettu býunum.