Í týsdagsblað okkara skrivaðu vit, at tey 17 málini, sum Áki Mørk skeyt fyri Neistan í dystinum móti KÍF var tað mesta, sum ein einstakur leikari hevði skotið hesi seinastu fýra kappingarárini. Eitt tal sum Áki Olsen eisini rakk á vári í 2000, tá Neistin vann heimadyst á Tjaldri.
Tíverri eru ikki nágreinulig hagtøl fyri hondbóltskappingini í árunum undan hesum, og tí ber ikki til at staðfesta, hvussu ofta slík máltogan er komin fyri.
Ein lesari hevur tó gjørt okkum varugar við, at tey 17 málini hjá báðum Ákunum ikki eru met í føroyskum hondbólti. Klaksvíkingurin Egil Johansen, sum í nógv ár var fastur fúsur hjá Stjørnuni, og sum eisini umboðaði F-royar á A-landsliðnum, skeyt í 1977 21 av 29 málum, tá Stjørnan vann 29-22 á StÍF. Í grein í 14. september stendur um dystin, at Egil hevði 23 skotroyndir á máli, harav tær 21 fóru inn. Lagt verður afturat, at tær báðar ferðirnar, at Egil ikki fekk mál, rakti hann stongina, og í øðrum førinum støkk bólturin til viðleikara, sum síðani skoraði.
Egil Johansen var sambært greinini eisini besti málskjúttin í føroysku kappingini hetta árið, og í einum øðrum dysti megnaði hann at skjóta 18 mál fyri Stjørnuna.










