Í ólavsøkuumfarinum endaði tað við fýra útisigrum. Nítjanda umfar endaði við fimm heimasigrum. Tvífaldu meistararnir vóru enn einaferð í sera spennandi og tættari uppgerð ímóti AB, og enn einaferð eydnaðist tað B36, sum síðstu løtuna var undirmannað, at vinna 2-1.
KÍ, Víkingur, NSÍ og HB vunnu øll favorittsigrar á heimavølli, og tað skal valdast, at sigrarnir vóru stórir. Fríggjakvøldið vann KÍ 5-0 á Skála, í dag vann Víkingur 5-1 á B68 og NSÍ vann 7-1 á ÍF. Og í kvøld hevur HB vunnið 4-1 í Gundadali ímóti TB. Harvið vunnu fýra tey fremstu heimasigrar við samantalda úrslitinum 21-3!
Meðan hetta umfarið var eyðkent av, at tað vóru stórfavorittar, sum vunnu á heimavølli, so sær næsta umfar út til at vera hópin meiri spennandi - bæði í toppinum og botninum:
KÍ-Skála 5-0
Víkingur-B68 5-1
NSÍ-ÍF 7-1
B36-AB 2-1
HB-TB 4-1
Fríggjadagin 12. august
ÍF-Víkingur
Sunnudagin 14. august
B68-B36
Skála-NSÍ
HB-KÍ
TB-AB
Støðan
KÍ 44
Víkingur 40
NSÍ 39
HB 34
B36 32
ÍF 25
TB 17
Skála 17
AB 9
B68 7