21:21 - Uppgerðin, sum ongantíð var

Eftir heilt óvæntað at verða gjørt til forsíðu-tilfar í Dimmalætting fríggjakvøldið 8. desembur, eru eini tvey ella trý ting, sum líka skulu setast uppá pláss viðvíkjandi ungdómscaféini 21:21 í “Filadelfia” í Gøtu

Pætur Zachariassen

Tað vóru einaferð í september mánaði í ár nøkur ung í Gøtu, sum gjørdu sær tankar um at hava eina eitt sindur annarleiðis café, heldur enn vanligu ungdómsmøtini, sum plagdu at vera í Gøtu sættu hvørja viku. Bara fyri at royna okkurt nýtt. Ætlanin var at hava eitt viðkomandi tema hvørja ferð, har eitt kristið listafólk (meir ella minni) varð viðgjørt og tosað um. Og nógv var at velja ímillum. Hesi ungu fólkini eru vit, og vit valdu at byrja við Bob Dylan fríggjakvøldið 1. desembur. Hann gjørdist kristin í ’78, og gav tríggjar “gospel” fløgur út næstu trý árini. Hann gav eisini eina nýggja fløgu út fyrr í ár, og tí hevði tað næstan verið bæði synd og skomm ikki at byrjað við honum.
Vit byrjaðu hesa caféina, 21:21, mest fyri at vísa á fjølbroytni í kristnari list. Fleiri kristin listafólk hava verið við til at skapt og formað populer-mentanina í dag. Vit ætla, sum sagt, at hava eitt temakvøld hvørja ferð við einum av listafólkunum og soleiðis lýsa leiklutin hjá kristindóminum í skapanini av vesturlendskari populer mentan anno 2006.
21:21 er ikki ein “uppgerð”, sum súrir og misnøgdir “post-baptistar” vilja hava við "langar talur og langar peikifingarar" í “einsporaða kristindóminum”. Als ikki. Men heldur eru vit ein natúrlig avleiðing av progressiva samkomulívinum, sum vit eru uppvaksin við, og sum vit hava verið vitni til síðstu tíðina her í Gøtu. Vit eru ikki uppreistrarfólk, men fakkulberar, fult stuðlaðir av samkomuni, sum taka tey grundleggjandi virðini, sum kristna samkoman altíð hevur staðið fyri, og gera tey relevant fyri okkara ættarliði.
Okkara málbólkur eru serliga tey, sum ikki verða nádd til onnur kristin tiltøk, og sum upp á onkran máta “detta burtur ímillum”. 21:21 er eitt alternativ, sum priorterar annarleiðis og tí eisini talar til onnur fólk enn vanliga møtigangaran. Men øll eru sjálvandi vælkomin, og vit vænta eisini at aftan á hetta verður tað smekk fult til næsta tiltak.