206 fólk lótu lív í Svøríki

Meðan 206 fólk doyðu við koronu í Svøríki seinasta samdøgur, doyðu 35 fólk í Danmark.

 

 

Seinasta samdøgur eru skrásett 206 koronu-deyðsføll í Svøriki. Samanbera vit við støðuna í okkara grannalondum, eitt nú við Danmark, doyðu 35 fólk við koronu sama samdøgur í Danmark.

Fólkaheilsustovnurin í Svøríki upplýsir, at talið av deyðum við koronu í landinum nú er komið upp á 10.797. Síðan farsóttin tók seg upp, hava 537.967 fólk í Svøríki fingið staðfest koronu, harav 4.702 seinasta samdøgnið.

Í Danmark eru higartil 1.872 fólk deyð við koronu, og seinasta samdøgur vórðu 886 nýggir smittutilburðir staðfestir í Danmark. Sambært Statens Serum Institut hava higartil 191.505 fólk í Danmark fingið staðfest koronu.

Í løtuni liggja 771 fólk á donskum sjúkrahúsum, harav 132 liggja á intensivari deild - og 88 av hesum liggja í respiratori, veit tíðindastovan NTB at siga seinnapartin í dag.