Í oktober vóru tað 23.864 løntakarar í Føroyum og tað er tað hægsta sum varð skrásett 10 teir fyrstu mánaðirnar í 2013.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at í mai vóru tað 23.659 løntakarar, so frá mai til oktober í fjør, løgdust 200 løntakarar afturat arbeiðandi fjøldini í Føroyum.
Talvan vísir gongdina í talinum á løntakarum hesi seinastu trý árini.
|










