Føroya Banki hevur í dag skrivað undir avtalu, sum tengir bankan at bankapakka II hjá donsku stjórnini. Í krónum merkir hetta, at Føroya Banki styrkir um kapitalgrundarlagið við 204.138.150 krónum, soleiðis at samlaða solvensprosentið hjá bankanum nú er 25,06%.
Leiðslan fyri bankan hevur áður sagt, at styrkurin av kapitalgrundarlagnum skal brúkast at økja um virksemið hjá bankanum.
Fyri stuttum varð eisini ein roynd gjørd at keypa danska Fiona Bank. Hetta eydnaðist ikki, men Janus Petersen, forstjóri, segði tá eisini, at bankin framvegis hevur eyguni opin fyri teimum møguleikum, sum eru á danska marknaðinum.