2022 er á sama støði sum 2019

Sum eitt av fáum flog­­feløgum í heim­i­num væntar Atlantic Air­ways í ár at vera á sama støði sum í 2019

Tað sigur Jóhanna á Bergi í samrøðu við Sosialin, sum verður borin í hvørt hús kring landið í dag.

 

Gongd er komin aftur á flog­ferðsl­una, og tað fegnast stjórin á Atlantic Air­ways um.

 

– Útlitini eru sera góð, hóast vit hava havt eina trupla byrjan í ár við om­ikron ­brigd­inum av koronu, men nú sær betri út, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

 

Hon sigur, at fíggjarætlanin hjá Atlantic Airways er á sama støði, sum hon var fyri koronu í 2019. Og 2019 var jú met­árið við ferðavinnu í Før­oy­um, og tað árið, tá Atlantic Air­ways flutti flest ferðafólk, 336.000 í tali.

 

Jóhanna á Bergi sigur, at tey vænta góð út­lit í ferðavinnuni í ár. 

 

– Við fíggj­ar­ætlan sum er á sama støði, sum hon var í 2019 – so eru vit helst eitt av teimum fáu flog­fel­øg­um, sum hava so positiv útlit, sigur Jó­hanna á Bergi.

 

Orsøkin til, at Atlantic Airways er eitt av teimum fáu flogfeløgunum í heim­inum, sum torir at trúgva upp á at koma á sama støði sum í 2019  hev­ur nakað við ferðamálini hjá flog­fel­agnum at gera.

 

– Vit hava tikið øll ferðamálini inn­aft­ur, sum vit høvdu í 2019. Par­ís verður tikið innaftur eins og Mall­orca, Gran Canaria á vetri og norð­ur­ruturnar Oslo, Keflavík og Ed­in­bourg, sigur hon.

 

– Og so eru vit eru uppi aftur á sama støði aftur, sigur hon.

 

Og sum nevnt var tað met í ferð­a­fólk­a­talið hjá Atlantsflog í 2019, tá felagði flutti 336.000 fólk, so vón­ir­nar eru høgar og útlitini góð.

 

Stjórin í Atlantic Airways vísir á end­a­málið hjá felagnum, sum er at binda okkum í Føroyum tættari at um­heim­i­num, og at geva fólkinum í Før­oy­um møguleikan at ferðast – bæði í gaman og álvara.

 

– Og so ikki minst at vit eru við til at byggja upp eina ferðavinnu í Før­oy­um, so tað gongur báðar vegir, at vit binda Føroyar at umheiminum, so fólk sleppa úr Føroyum út í heim at ferðast, og at fólk uttan fyri Før­oyar sleppa inn til okkara at ferðast, sig­ur Jóhanna á Bergi.

 

Hon vísir á, at tað er ein øgiliga stór markn­að­arføring, sum verður gjørd við øllum sølukanalunum, sum eru uttanlands.

 

Og meðan Atlantic Airways torir at vera so bjartskygt, at tey seta sær sum mál longu í ár at koma upp á støð­ið, sum var í 2019 hevur sína fr­á­greiðing.

 

– Tað er tí, at vit flúgva bara í Ev­ropa, og her eru viðurskiftini eftir kor­onu við at koma í rættlag aftur, vís­ir Jóhanna á Bergi á.

 

Flogfeløg í grannalondum okk­ara eru ikki heilt har uppi í sínum út­litum, og tað er ofta tí, at fleiri teirra eisini hava rutur til Asia og til USA, har flogferðslan ikki enn er komin í rættlag eftir, og tí kunnu tey ikki vænta at flúgva við fullari styrki aftur enn.

 

Jóhanna á Bergi, sigur, at tey í At­lantic Airways eru her fyri øll, og so fegnast eisini um tilboðið, tey hava til tey ungu gjøgnum Sveiggj-skip­an­ina.

 

– Vit halda fram við hesi skipani, sum vit halda vera væleydnaða. Við sveigg-produktinum hava vit fingið tætt­ari tilknýti til ungar føroyingar, sum fáa gagn av hesi skipan, sum vit eru sera fegin um at hava sett í verk, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í At­lantic Airways, sum fyllir 34 ár í dag.