Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Island, er rættiliga bjartskygd um, hvussu hon heldur, at árið í ár fer at roynast hjá føroyskum veitarum á ferðavinnuøkinum. Flestu veitarar siga frá einum góðum ári í fjør, har føroyingar í nógv størri mun enn áður ferðaðust í egnum landi.
Hon vísir á, at koronu-farsóttin fekk føroyingar at halda seg aftur í at ferðast uttanlands, og í staðin fóru fólk at ferðast her heima hjá okkum sjálvum - til gleði og gagns fyri mangar ferðavinnuveitarar kring um landið.
Men, tað er eisini ein sannroynd, at tilboðini her heima eru vorðin nógv fleiri, betri og meira fjølbroytt við nýggjum matstøðum, kafé’um og ymiskum útleigingar-og upplivingarmøguleikum. Guðrið Højgaard vísir á, at umframt summarhúsini, sum eru til leigu, eru nú eisini íbúðir, smáttur og neyst, sum veitarar bjóða fram, og haraftrat hava vit fingið fleiri vælskipaði kampingpláss.
Aftrat hesum fingu vit eisini tvey nýggj hotell í fjør, sum hava bjóðað fólki leigu og tænastur fyri sera sámuligar prísir. - Tey eru mong, sum ynskja sær nakrar dagar um árið, ið eru øðrvísi enn gerandisdagurin annars, og tá tað ikki bar til at gera túrar av landinum, valdu fólk at ferðast her heima, sigur hon.
Guðrið Højgaard heldur eisini, at stóra fokusið, sum seinnu árini hevur verið á føroyska ferðavinnu, eisini eigur sín lut í, at føroyingar í størri mun enn áður síggja møguleikar í at ferðast í egnum landi.
- Tað eru veitarar, sum bjóða ból & bita, og tað eru veitarar, sum bjóða heimablídni, og tað eru eisini fleiri, sum bjóða bæði túrar á sjógvi og landi, útferðir og upplivingar av ymiskum slag. Tað er stuttligt at hoyra søgur um fólk kring um í oyggjunum - og eisini á útoyggj - sum hava vælvirkandi tænastur til ferðafólk, tí hetta skapar lív og eitt tilverugrundarlag.
Guðrið Højgaard fegnast um tað fokus, ið Føroyar sum ferðamál hava fingið, og sum nú rættiliga sæst aftur kring um landið.
- Í undanfarna ári sóu mong, at tað ikki er avgerandi neyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva sosialu løturnar saman, men at hetta eins væl kann gerast her heima hjá okkum sjálvum.
Stjórin í Visit Faroe Island væntar, at árið 2021 verður enn eitt ár, har føroyingar í stóran mun fara at ferðast í egnum landi - og í minni mun fara av landinum. Soleiðis, sum støðan er kring um heimin, væntar hon ikki, at tað verða so mong, sum fara suður eftir at ferðast - og so leingi, sum ruturnar hjá Atlantsflogi út í heim ikki er komnar upp aftur at koyra, verður talið av føroyingum, sum fara langa leið at ferðast í summar, helst avmarkað.
Guðrið Højgaard væntar heldur ikki, at ferðafólkastreymurin heim til Føroyar í summar fer at líkjast tí, vit sóu í 2019.
- Vit stýra nøkrum tingum sjálvi, men vit stýra ikki øllum, og í summum førum er talan um politikk landanna millum, so leingi heimurin ikki er opin aftur. Alt eftir, hvussu koronu-støðan verður kring um okkum og kring um heimin, verður talið av útlendskum gestum í Føroyum tað helst eisini.
Stjórin í Visit Faroe Island ásannar, at tað fer at taka tíð, áðrenn hjólini fara aftur at mala, soleiðis sum tey gjørdu fyri 2020. Hon væntar, at ferðavinnan millum lond fer at vera í ávísum dvala eina tíð enn. Hvussu og nær hetta fer at broytast, er ógvuliga trupult at siga beint í løtuni, leggur Guðrið Højgaard aftrat.