Visjón 2015 hevur verið havt á máli hjá flest øllum seinastu tíðina. Serliga nú, visjónstorgini eru byrjað. Men tað eru ikki bert tey vaksnu, ið gera sær ætlanir um, hvussu alt skal leggjast til rættis í 2015. Børnini hava somuleiðis stóran áhuga fyri málinum. Sjey ára gamli Rói er ein teirra.
Rói fylgir dúgliga við, tá tey vaksnu práta saman um Visjón 2015. Somuleiðis situr hann ofta saman við foreldrunum og hyggur at Degi og Viku ella lurtar eftir tíðindunum í Útvarpinum:
- Í 2015 verða Føroyar heimsins besta land. Ella í øllum førum eitt av heimsins bestu londum at búgva í, sigur Rói.
- Tað verður gott at búgva í Føroyum í 2015. Tá sleppa vit frá at fara at ferðast, tí tá er alt, vit ynskja okkum, í Føroyum, greiðir Rói frá.
- Eisini rokni eg við, hasin nýggi býurin í Hoyvík verður liðugur tá. Har verður ein spildurnýggj skoytuhøll, innandura fótbóltsvøllur og nýggjur svimjihylur. Kanska sleppa vit eisini at spæla íshokki í Stórutjørn, sigur Rói og vísir á, at um eitt tivoli ikki verður í Føroyum í 2015, ætlar hann sær sjálvur at byggja eitt:
- Men politikararnir hava neyvan gjørt eitt tivoli tá, so tí eri eg longu bara sjálvur farin í gongd við at tekna tivoliið. Eg hava ein stóran bunka av tekningum heima, sum vísa, hvussu tað skal síggja út. Eitt nú havi eg teknað ein stóran djóragarð, eitt stuttleikaland og eitt hús til pinkubørnini í mínum nýggja tivolii. Eg fari helst at byggja tað uppi í fjøllunum onkrastaðni, tí har er betri pláss, sigur Rói.
Tivoliið hjá Róa verður ikki liðugt í 2015, tí hann ásannar, at fyrst noyðist hann at gerast vaksin:
- Men tivoliið hjá mær fer heilt víst at hóska væl til Føroyar, sjálvt um tað ikki verður liðugt fyrr enn um nøkur ár eftir 2015. Tá eru Føroyar heimsins besta land, og alt verður jú so smart og modernað, sigur hann at enda.