2015 var til onga nyttu

Hvat lærdi árið 2015 okkum, sum vit ikki longu vistu alt ov væl? Einki, rætt og slætt einki

Í ársins seinasta Sosiali, sum nú er komin á gøtuna, hugleiðir klummuskribenturin Høgni Djurhuus um 2015, og hann skrivar millum annað soleiðis:


“Hvat lærdi árið 2015 okkum, sum vit ikki longu vistu alt ov væl?

Einki, rætt og slætt einki. Tí var eisini hetta árið til fánýtis í so máta.

Einki nýtt er undir regninum og í lágættunum. Hvirlurnar kasta okkum einki forkunnugt í høvdið, so vit rakna við.

Einasta, sum visjón og veruleiki hava felags, er v og i. Men tað er heldur ikki einki, tó millum lítið og einki.” Klumman hjá Høgna Djurhuus kann lesast í serligum Nýggjársblaði, sum fylgir við Sosialinum hesaferð. Í Nýggjársblaðnum verður ferðast ígjøgnum 2015 við greinum úr Sosialinum, og tikið verður saman um ítróttarárið, ið fór. Eisini verða fólk spurd, hvussu tey upplivdu 2015, og farið verður aftur um nýggjársrøðu løgmans, sum Aksel V. Johannesen skal halda fyri fyrstu ferð. Serliga nýggjársútgávan av Sosialinum fæst til keyps kring landið.