2015 var bæði gott og ringt

- Árið 2015 hevur verið bæði gott og ringt, og tað var hart fyri okkum øll, tá konuni tørvaði professionella hjálp, sigur Snorri Brend.

- Eg ætli mær at verða millum tey fyrstu, sum renna gjøgnum nýggja tunnilin til Viðareiðis í summar, sigur Snorri Brend.

Hvussu var 2015 fyri teg?

- Árið hevur verið bæði gott og ringt. Tað rakti okkum øll í familjuni hart, tá konan kom hartil, at hon mátti fáa professionella hjálp í síni støðu í summar. Og tað fekk hon! Hetta var henni - og okkum - til stóra hjálp, og er støðan í dag sera góð. Hinvegin kann eg fegnast um at hava alla familjuna rundan um meg, eisini okkara abbadóttur. Eg gleðist um góða heilsu og at hava eitt sera áhugavert arbeiði at fara upp til hvønn dag. Ikki minst gleðist eg um týdningin av at hava góðar vinir og ein góðan felagsskap rundan um meg her á Viðareiði.

Tað sigur Snorri Brend, sum saman við familju síni býr á Viðareiði og arbeiðir sum stuðul í Almannaverkinum. 

- Ikki minst gleðist eg framvegis um at hava eina livandi trúgv við vón um at koma heim til Himmals ein dag.

Hvat var besta upplivingin hjá tær í 2015?

- At standa á Camp Nou í Barcelona og síggja Messi & Co vinna spanska meistaraheitið í mai mánaði, tá eg saman við starvsfeløgum og brúkarum var á ferð í Spania.

Hvat var keðiligasta upplivingin hjá tær í 2015?

- Hendingin við konu míni, sum eg nevndi fyrr í greinini, var hin ringasta í farna ári. Annars hevur árið roynst okkum væl og signað.

Hvat hevur tú sett tær fyri at røkka í 2016?

- At vera millum tey fyrstu, sum renna gjøgnum tann nýggja tunnilin til Viðareiðis tíðliga í summar. Eg ætli eisini at fáa mær eitt høsnarhús - og at gera bókina lidna um bygdina Norðdepil, sum fyllir 150 ár og hátíðarheldur dagin 28. august 2016, sigur Snorri Brend, sum eisini hevur arbeitt nógv sum tíðindamaður.