Um verandi meiriluti framhaldandi kemur at ráða í Tórshavnar Býráð, kemur kommunan at skylda 250 mió. kr. í 2014. Seinatu fýra árini er raksturin øktur við 186 mió. kr., úr 312 mió. kr til 498 mió. kr. Ein óhoyrd øking upp á yvir 60%. Harav er sjálv fyrisitingin økt við ikki minni enn 23 mió.kr.
Í rundum tølum er inntøkan hjá kommununi 600 mió. kr. og raksturin 500 mió. kr. so eftir eru 100 mió. kr. til íløgur. Nú ein raðfesting av íløgunum komandi árini endiliga er komin, er ætlanin at gera íløgur fyri 130 mió. kr. pr. ár. komandi fimm árini. Tað vil geva eitt hall uppá 150 mió. kr. Hetta hallið má antin fíggjast við lántøku, ella við at hækka skattin. Verandi fíggjarætlan byggir upp á eina lántøku á 100 mió. kr, so tilsamans kemur kommunan at skylda 250 mió. kr í 2014. Óneyðugt er at minna á, at tá verandi samgonga tók við, var øll skuld niðurgoldin.
Omanfyri standandi er enn eitt prógv fyri, at Javnaðar- og Tjóveldisflokkurin eru farnir ótrúliga lætt um skattaborgarans pening.
Um tú vilt, at skil aftur kemur á kommununa, so er at velja Fólkaflokkin, lista A, tann 11. november. Fólkaflokkurin er garanturin fyri at skatturin ikki hækkar, og vit borga fyri betri fíggjarligum skili.