Talan er um eitt ferðamannaskip av teimum heilt stóru. Umframt tey 2014 ferðafólkini í Norðhavnini, telur manningin 856 fólk.
Ferðaætlanin sær soleiðis út: Byrjaðu í Harwich í Onglandi 31. august; síðani til Le Havre í Fraklandi; Portland í Onglandi; Cork í Írlandi; fóru frá Dublin Írland 4. september og komu á Klaksvík klokkan níggju í morgun. Brilliance of the Seas verður liggjandi í Norðhavnini til klokkan 18 í kvøld. Síðani gongur leiðin til Reykjavíkar og so yvirum til Boston í USA, hagar skipið kemur 15. september.
Aida Bell, sum er til støddar sum Brilliance Of The Seas, kemur 11. august við 2000 ferðafólkum og hevur eina manning á 615.
Sí myndatema við at TRÝSTA HER