- Árið 2013 er tað næsta árið hjá hesi samgonguni, og tað tykist, sum nógvir av sjógvunum hava lagt seg. Lítið bendir á, at samgongan ikki fer at halda.
- Vit hava í fjør sæð, at eitt nú Miðflokkurin – og serliga formaðurin – hava hótt við at slíta. Hetta hevur tó ikki nervað sterku menninar í samgongu við Jørgen Niclasen, fólkafloksformanni, á odda.
- Jenis av Rana hevur uppbrúkt sínar hóttanir, so um hann hóttir aftur, so verður tað valla tikið fyri fult. Hvørki av sterku monnunum í samgonguni, heldur ikki av floksfeløgunum hansara, sum trívast væl í samgonguni – og als ikki av Føroya fólki.
- Ávísir spenningar hava verið um tingsessin hjá Sjálvstýrisflokkinum, nú Jógvan Skorheim gjørdist borgarstjóri í Klaksvík. Men hann hevur tikið støðu, hevur boðað frá, at hann fer úr tinginum, og at Kristianna Winther Poulsen tekur sætið.
- Hon hevur longu boðað frá, at hon fylgir politikkinum hjá samgonuni, so í so máta er samgongan inntakt, hóast sjónarmið, sum Kristianna Winther Poulsen er kend fyri, ikki tykast sampakka so væl við ultra borgarliga politikkin hjá samgonguni. Men tá hon longu hevur svorið samgonguni trygdareið, so eru eingin tekin um politiskt kósskifti hjá Sjálvstýrisflokkinum.
- Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru inntaktir. Har eru eingir spenningar, leiðararnir hava fulla uppbakking, eingin er, sum mutar ímóti, og politikkurin hjá landsstýrinum glíður bara ígjøgnum floksskipanirnar hjá hesum báðu flokkunum uttan viðmerkingar.
- Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava ongan kjans í politisku skipanini. Teirra politikkur rínur ikki við hjá samgonguni. Løgtingið koyrir í tveimum bólkum. Andstøðan talar sum fyri deyvum oyrum í løgtinginum, sum mest er eitt avgreiðslukantór hjá landsstýrinum.
- Eingi politisk val eru næsta ár. Leingi er til næsta løgtingsval. Tey stóru politisku málini eru avgreidd – og einki mál kann longur yvirraska ella taka fjøldini á bóli.
- Næsta stóra stríðsmálið verður fiskivinnulóggávan, har stór ósemja er millum samgongu og andstøðu. Men her verður helst sum við flatskattinum og skattingini av pensjónunum, at politikkurin hjá landsstýrinum bara verður avgreiddur gjøgnum politisku skipanina í løgtinginum, uttan at samgongufólk luttaka nakað serligt í orðaskiftinum – og har sjónarmiðini hjá andstøðuni valla hava ávirkan.
- So alt í alt kunnu vit vænta okkum eitt friðarligt politiskt ár, har stórar ósemjur verða millum samgongu og andstøðu – sum tó ikki ávirka rikna politikkin.