2013: Áhugin fyri Føroyum er vaksandi

Guðrið Højgaard
Stjóri í Ferðaráði Føroya

- Sum heild eru útlitini fyri ferðavinnuna fyri nýggja árið bjørt, nú fortreytirnar hjá vinnuni eru nógv batnaðar seinastu tíðina.


- Ferðavinnan fegnast sjálvandi almikið um tvífaldaðu játtanina til Ferðaráðið, sum kemur at vera ein katalysator fyri framtíðar vøkstri í vinnuni. Lækkaða ferðaavgjaldið er eisini eitt greitt tekin frá okkara politisku skipan um raðfesting av Føroyum sum ferðamáli. Nýggj strategi er gjørd fyri ferðavinnuna og verður løgd fram í 2013, eins og arbeiðið við at gera eitt nýtt brand fyri Føroyar sum ferðamál er sett í gongd. Økta játtanin saman við eini betri samskipan av marknaðarføringini fara at gera Føroyar meira sjónligar á okkara marknaðum, hetta er ein fortreyt fyri at fáa fleiri ferðafólk til landið.


- Longdi flogvøllurin er eitt stórt framstig, sum letur upp fyri nýggjum ferðamálum. Atlantsflog fer m.a. í 2013 at flúgva beinleiðis til Barcelona og Milano, og tað skapar nýggjar møguleikar fyri ferðafólkum úr hesum økjum.


- Ferðaráðið og Hagstovan hava gjørt samstarv um at fáa til vega ferðavinnuhagtøl. Gistingarhagtøl saman við ferðafólkakanningum fara at geva okkum neyðuga vitan um ferðafólkini og teirra ferðamynstur. Hetta kann brúkast beinleiðis í marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli.


- Vit skulu arbeiða miðvíst við at bjóða Føroyar fram sum ráðstevnuland. Nógva og góða umrøðan av okkara fantastisku rávørum og matstøðum skapa eisini nýggjar møguleikar fyri at selja Føroyar til ávísar málbólkar. Onnur dømi eru serliga náttúruupplivingar, G! Festivalurin, mentunarupplivingar osv.


- Tað er ongin ivi, um at Føroyar hava stórar møguleikar sum ferðafólkaland, og vit uppliva, at áhugin fyri Føroyum sum ferðamál er vaksandi. Hetta sæst m.a. aftur í fyrispurningum frá útlendskum fjølmiðlum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva um okkara land. Sum dømi kann nevnast, at norska blaðið VG í vikuni viðmælti Føroyar sum eitt av 10 ferðamálum, sum fólk mugu uppliva í 2013.


- Yvirskipað kann sigast, at vinnan bjartskygd og fyri fyrstu ferð í nógv ár tykist tað, sum at møguleikarnir eru fleiri enn forðingarnar.