2013 gott ár hjá Sørvágs kommunu

Inntøkurnar hjá Sørvágs kommunu í fjør vóru størri enn mett og útreiðslurnar minni enn mett.

Á fíggjarætlanini fyri 2013 hevði bygdaráðið mett útreiðslurnar til góðar 29,5 milliónir krónur, løgurnar til góðar 17,5 milliónir og inntøkurnar til 33,4 milliónir krónur.

 

Men inntøkurnar gjørdust størri og útreiðslurnar minni, enn bygdaráðið hevði mett. Roknskapurin, sum bleiv góðkendur nú í vikuni, vísti, at útreiðslurnar vóru 29,1 milliónir krónur, løgurnar 17,4 milliónir og inntøkurnar góðar 35,7 milliónir krónur. 

 

Samanumtikið vóru rakstrarútreiðslurnar og løgurnar góðar 600.000 krónur minni enn væntað, samstundis sum inntøkurnar vóru góðar 2,3 milliónir krónur størri enn væntað. Sostatt gjørdist endaliga úrslitið slakar 3 milliónir krónur betur enn væntað, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.