Kaj Leo Johannesen, løgmaður var sera bjartskygdur í nýggjársrøðu síni.
- Eg eri bangin fyri, at eg ikki eri líka bjartskygd, sjálvt um eg eri tað av lyndi, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
Hon sigur, at fyri felag hennara standa stórar avbjóðingar fyri framman i nýggja árinum. Bygnaðarbroytingar skulu gerast í almannaverkinum, har fleiri hundrað limir í Pedagogfelagnum arbeiða, og tað ræður um at fylgja væl við.
Føroya Pedagogfelag skal eisini til samráðingar longu aftur í heyst. Tað verður ikki leingi, til felagið fer at fyrireika seg. Hesar samráðingar verða neyvan lættar.
Maud Wang Hansen sigur at flatskatturin hevur ikki gagnað limum hennara. Kanska hava onkrir leiðarar fingið eitt sindur burturúr, men leiðararnir eru fáir.
- Fyri hinar limirnar hevur tað heldur verið øvugt. Haraftrat hava fleiri orsakað av sparingum eru fleiri pedagogar settir niður í tíð. Tær hava ikki ávirkað arbeiðsloysið, men við at fara niður í tíð,m eru umstøðurnar hjá fleiri vorðnar verri, og tað mugu vit gera nakað við, sigur Maud Wang Hansen.
- Men eg eri ikki svartskygd, og eg síggi ljóst upp á allar avbjóðingarnar. Tað fer at henda nógv í ár viðvíkjandi útbúgving, á arbeiðsøkinum og í aðrar mátar, sigur Maud Wang Hansen.