Vestmanna: Meðan fleiri av grannakommunum teirra høvdu afturgongd, kundi Vestmanna kommuna staðfesta ein vøkstur uppá sløk 9 prosent í desember mánaði.
Á heimasíðuni hjá kommununi sæst, at samlaða inntøkan av kommunuskattinum í 2011 var 33,8 milliónir krónur, sum er ein øking uppá slakar 300.000 krónur.
- - Í endurskoðaðu fíggjarætlanini mettu vit, at kommunuskatturin fór at vera 35 mió í fjør, siga tey í Vestmanna kommunu.
Úrslitið gjørdist eitt sindur lakari, men tey eru kortini væl nøgd. Eftir øllum at døma eru onkrar útreiðslur eisini lægri enn mett. Tí vænta tey, at endaliga úrslitið verður nøkulunda tað sama sum mett.
- - Vit mugu staðfesta, at árið endaði rættiliga væl. Vit vóna tí, at tað er ein ábending um, at 2012 eisini verður eitt gott ár, verður sagt.