2012 - eitt ár við blandaðum kenslum

- Av garnaskipum er tað í veruleikanum bara Oknin, sum hevur skipaði viðurskifti, sigur Føroya Fiskimannafelag

Fiskimannafelagið hevði sín árliga landsfund fríggjadagin hin 28. desember.
Við hetta høvi verður í ársfrágreiðing felagsins sagt nøkur orð um, hvussu árið 2012 hjá ymisku skipabólkunum vignaðist.

Veksandi inntøkur
- Í fyrsta lagi er at fegnast um, at inntøkurnar hjá fleiri skipabólkum eru betri enn undanfarin ár.
Felagið fegnast um makrelin, sum hevur givið góða inntøku til nógvar føroyingar.
- Men, vit eru eisini harmir um, at hesi viðurskifti ikki hava verið skipaði betri, so allir teir, ið tóku lut, fingu sum mest burturúr.
Fiskimannafelagið sigur, at úrtøkan hjá línuflotanum hevur verið betri enn undanfarin ár, og her eru útlit til, at vend fer at koma í.

Væl og minni væl
Í síni ársfrágreiðing fegnast felagið serliga um gongdina hjá uppsjóvarflotanum og verksmiðjuflotanum.
- Uppsjóvarflotin hevur havt eitt sera gott ár, og verksmiðjutrolararnir hava eisini gjørt fleiri góðar túrar – til geði og gagns fyri manningar og reiðarí.
Fiskimannafelagið sigur, at gongdin hjá trolarunum, sum royna undir Føroyum, hevur verið eitt sindur misjøvn.
- Men hjá partrolarunum hevur botnfiskiskapurin leingi verið smáligur.

Skipað og óskipað
Um rækjuskipini, sigur Fiskimannafelag, at her hevur fiskiskapurin verið toluligur, men hesi eru nú í kapping við eitt nú føroysk skrásett skip við útlendskari manning.
- Umborð á garnaskipunum er sami trupulleiki, har føroysk fiskivinna verður undirgrivin við, at skip vera mannað við útlendingum.
Felagið vísir á, at hjá garnaskipunum er tað í veruleikanum bara Oknin, sum hevur skipaði viðurskifti.