Higartil hevur norska alivinnan útflutt 33 prosent meiri av laksi enn um somu tíð í fjør, og fólk í vinnuni vænta, at útflutningurin fer at seta nýtt met í ár.
Dagens Næringsliv skrivar, at norska alivinnan væntar sær nógv burtur úr tí veksandi marknaðinum í Russlandi, og at møguleikarnir tykjast eisini vera góðir í USA.
Í hesum viðfangi vísir blaðið á, at í januar var laksaútflutningurin til USA næstan tríggjar ferðir størri enn í janur í fjør.
Tann stóra framgongdin í norska laksaútflutninginum er ein avleiðing av, at laksaútflutningurin hjá Kili er minkaður niður í ein fjórðing orsakað av sjúku.