2010-2020: Fýra spælarar ganga aftur

Tað hava verið nógvar broytingar á landsliðnum seinastu tíggju árini, men tríggir spælarar standa við hjá kvinnunum

Tað hava verið nógvar broytingar á landsliðnum seinastu tíggju árini, men tríggir spælarar standa við hjá kvinnunum. Ítróttarmiðlar kring heimin hava gjørt nógv burturúr at gera samanbering, nú eitt áratíggjuskeið er komið at enda, og vit fara í tvey túsund og 20 ini.

Hyggja vit at A-landsliðnum hjá kvinnum í fótbólti, so standa fýra spælarar við. Frá fyrsta dystinum í 2010, sum var í Algarve Cup móti Portugal, og til EM-landsdystin móti Norra, so standa Heidi Sevdal, Olga Kristina Hansen, Ansy Jakobsen og Rannvá B. Andreasen við.

##med2##

##med3##

Tað var 24. feburar í 2010, at Føroyar við Álvi Hansen á odda taptu 5-0 í Algarve móti Portugal. Seinasti dysturin í hesum ára tíggjuskeiðnum var á Tórsvølli móti Norra í EM-undankappingini. Norra vann heili 13-0.