2009 sum elituár

Framúr úrslitini hjá nøkrum av einstaklingum okkara hava minkað um jantulógina og í størri mun legaliserað kjakinum um veruliga elitumenning í Føroyum

Ítróttarklumman

 

Lat tað verða sagt alt fyri eitt: Vit eru so langt, langt, langt ífrá komin á nakað, sum líkist málinum, um vit skulu tosa um veruliga elituítrótt í Føroyum.

Men 2008 hevur kortini í nógvar mátar verið árið, har fyrstu lítlu fetini eru tikin á leiðini.

Fyrst og fremst eru myndugleikar, sersambond og onnur, sum varða at ítróttinum, veruliga farin at tosa og kjakast um, hvat skal til, um vit skulu fáa gongd á nakra elitumenning í Føroyum. Og hóast tær 600.000 krónurnar, sum eru settar á fíggjarlógina, av mongum munnu síggjast sum ein viðfáningur, so er hetta tó ein byrjan, sum í øllum førum er betri enn nullið, sum annars hevur veri á fíggjarlógini.

Fyrst og fremst er at frøast um, at kjakið nú fer fram meira opið, enn tað nakran tíð áður hevur gjørt. Tilvitskan um týdningin av teimum avrikum, sum fremstu ítróttarfólk fremja, er vaksin, so hvørt sum kjakið um tjóðarbygging, branding og kanska eisini innovatión hevur tikið seg upp.

Og samstundis hava okkara bestu leverað vøruna. Ikki endiliga tí at tey hava verið stuðlað so nógv av føroyskum myndugleikunum. Men Pál Joensen valdi at taka eitt ár burtur úr álmanakkanum av sínum eintingum, meðan Katrin Olsen hevur sýnt somikið góð avrik, at hon gjørdist partur av Team Danmark skipanina. Og saman við vinnuligum stuðlum hevur hetta skapt neyðugu karmarnar hjá teimum at mennast.

Uttan at forsmáa onnur, so hava tey bæði prógvað, hvussu langt kann røkkast, um viljin og evnini eru til tað. Og saman við nýkomna kjakinum, sum nú hevur avloyst jantulógina, hevur hetta eisini birt eina vón um, at okkara allar bestu í framtíðini kunnu fáa neyðugu karmarnar.

Sjálvandi skal fótarbeiðið fyrst og fremst gerast innan ÍSF og sersambondini. Men eitt nú innan svimjing, flogbólt og talv er hetta arbeiðið ígongd við fullari ferð. Hetta eru samstundis ítróttir, har sponsorinntøkur ikki eru so sjálvsagdar – og slettis ikki í hesum døgum – og tí er altavgerandi, at politiski myndugleikin spælir við. Hví ikki við at gera 2009 til elituár.

Gott nýggjár.