2006 balónir í luftina

Býurin var fullur í litum, og eina løtu var himmalin eins litríkur og Klaksvíkin

Tað var í Klingrugarðinum, at ein stórur partur av hátíðarhaldinum gekk fyri seg leygardagin. Tað var eisini her, at børnini vóru savnaði saman, fyri at sleppa 2006 balónum upp í loft.
Hetta var gjørt fyri at gleða børnini, men eisini fyri at markera, at tað er í 2006 at tunnilin kom. Samstundis vóru balónirnar við at undirstrika veistludámin, sum merkti allar Norðoyggjar í vikuskiftinum. Býurin var fullur í litum, og ta løtuna balónirnar ferðaðust longur og longur upp eftir, var himmalin eins litríkur og Klaksvíkin og Norðoyggjar annars.