Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
i. Eg livi í teirri trúgvi, at í 2006 fara royndarboringar at vísa, at vit hava kolvetni í undirgrundini í nøgdum, sum um nøkur ár fara at vísa seg at vera rakstrarverdugar. So hóast vit ikki raka við olju komandi ár so trúgvi eg, at tey úrslitini fara bera á tað borðið. Tað tykist fyri mær, sum at áhugin fyri økinum er spakuliga vaksandi aftur, og tað er sera positivt. So sæð frá mínum sjónarvinkli verður 2006 eitt sera avgerandi ár fyri oljuleiting á føroyskum øki, í hvussu er í fyrsta umfari.
Bjarni Djurholm er sannførdur um,at tað, sum hendir hinumegin markið, er tað, sum hevur skapt nýggjan áhuga fyri føroyska økinum. -Vit kunnu staðfesta, at teir somu strukturarnir, sum eru í bretskum øki, síggjast eisini aftur okkara megin markið. Og har hevur tað víst seg, at fundini eru í rakstrarverdugum nøgdrum. áa vit boringar longur norðuri á basaltøkinum, og tað har fer at vísa seg at vera kolvetni, so er tað sera áhugavert.