2005 var metár fyri upsa

Síðani avreiðingarskipanin varð sett í verk, hevur tað ongantíð verið fiskað og avreitt so nógvur upsi sum í fjør

Í 2005 vóru fiskaði sløk 62000 tons av upsa, og tað er ein vøkstur upp á heili 45 prosent í mun til árið fyri, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.
 
Prísurin eisini góður
Besta upsaárið undan 2005 við verandi avreiðingarskipan var í 2001, tá ið eini 51.000 tons av upsa vóru avreidd um avreiðingarskipanina í Føroyum.
Umframt at upsafiskiskapurin var serstakliga góður í fjør, so var avreiðingarprísurin eisini verið væl betur í fjør enn undanfarnu árini, tá ið hann var stak vánaligur.
Tíverri hevur toskafiskiskapurin als ikki verið eins góður sum upsafiskiskapurin, tí í 2005 vóru einans 19.000 tons avreidd, og tað er væl undir miðal. Hinvegin er avreiðingarprísurin fyri tosk sera góður, og prísurin nærkast prísunum í 2001, sum var metár fyri toskaprís.
Á heimasíðuni hjá Hagstovuni stendur somuleiðis at lesa, at avreiðingarnar uttanlands vóru munandi minni í fjør enn árini frammanundan. Nógv tann størsti parturin av feska fiskinum, sum fer av landinum óvirkaður, verður útfluttur, eftir at hann er avreiddur í Føroyum.