Tað hevði borið illa til hjá føroysku tíðindabløðunum at komið út annan hvønn dag, sum tey gjørdu fyrr, og uttan heimasíðu á interneti er tað skjótt at detta niðurímillum. Nú skulu bløðini á gøtuna minst fimm ferðir um vikuna, og tey skulu verða á tremur við øllum tí nýggjasta, sum er hent seinastu dagarnar ? ja, seinastu tímarnar ? áðrenn útgávuna. Tað er eisini pláss fyri meira tíðarleysum greinum, interviewi og kjaki, men tíðindi, meiningar og myndir eru ein týðandi partur av blaðútgávum nú á døgum.
Bløðini eru nú væl útgjørd við nýggjastu tøknini, og hon lættir nógv um í gerandisdegnum. Internetið er alneyðug uppfinning, sum ger tað lætt at senda tilfar millum teldur, býir og lond. Tað snýr seg um sekund ella í ringasta føri minuttir at fáa greinar, myndir, upplýsingar, tíðindaskriv, meiningar, boð ella annað fram á rætta stað. Tað er ikki longur neyðugt at sleikja frímerki fyri at fáa eitthvørt blaðtilfar úr einum staði til annað. Samskifti á interneti er skjótt og praktiskt ? eisini hóast nógv óneyðugt samskifti eisini fer fram ? og bløðini njóta gott av tí.
Fartelefonin hevur eisini broytt nógv í samfelagnum. Nú er lættari at fáa fatur á fólki. Tað er eingin orsøk at fara umvegir fyri at fáa fatur í einum fólki, øll hava fartelefonin, og líka so irriterandi, hon kann vera í skeivu løtunum, líka vælsignað er hon ofta í gerandisdegnum, og so skuldi næstan ikki verið neyðugt at endurtikið hatta um óneyðugt samskifti sum ein partur av handlinum.
Fyri nøkrum árum síðani var tað ofta spurt, um nakar mundi havt tikið myndir av eini hvørjari hending, sum var farin fram, har blaðið ikki hevði havt fólk úti. Nú er ikki neyðug spyrja tann spurningin longur. Nú ljóðar spurningurin bara, hvør mundi taka myndir. Alt, sum fer fram nú á døgum, verður fotograferað úr høvd í r....
Sosialurin hevur í ár, sum so mong onnur ár, verið við, har nakað hendir. Blaðið hevur fólk kring landið og uttanlands, og tíðindindaflutningurin í blaðnum er fjølbroyttur og umfatandi. 2004 varð eitt hendingaríkt ár, og nú árið syngur sítt síðsta vers, hava vit í hesum eykablaðið tikið fram nakrar av hendingunum, sum hava sett dám á hetta árið. Hetta er ikki ein roynd at gera eina fullkomna mynd av árinum, ið fór, men heldur at geva fólki eina kavalkadu av tí, sum Sosialurin hevði at bjóða í 2004. Hetta er bert ein lítil brøkpartur av tí, sum hevur verið at finna í teigunum í Sosialinum, men her eru nakrar hendingar, meiningar og myndir, sum vóru frammi í 2004.
Ger so væl og gott nýggjár!
SOSIALURIN