Dagurin í dag, tann 3. desember, er altjóða handikapdagur. Handikapdagurin, sum ST upprunaliga tók stig til, skal m.a. vera ein áminning til politikararnar um tørvin á einum miðvísum arbeiði fyri at geva brekaðum fólkum javnbjóðis møguleikar við onnur.
Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, nýtir handikapdagin sum eitt høvi at hugsa um, hvørja leið vit sum samfelag eiga at halda í arbeiðinum at útvega brekaðum javnrættindi við onnur. ?Vit eiga at vera meira tilvitandi um spurningar, sum viðvíkja brekaðum, og vit eiga at bjóða teimum forðingum av, sum tarna ávísum bólkum av fólki fult og heilt at kunna luttaka í nógvum pørtum av gerandisdegnum. Tey, sum onkursvegna fingu avmarkaðan førleika í vøggugávu, skulu eisini hava atgongd til eitt pláss ljósamegin?.
Hetta skal gerast við framhaldandi at hava í huga, hvussu vit eiga at skipa samfelagið, so tað verður fyri øll, og ikki bert fyri tey, sum hava fullan førleika.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at Føroya landsstýri hevur tikið avgerð um, at 2003 verður ár teirra brekaðu. Føroyar verða sostatt eitt av mongum londum, sum fer at hava viðurskifti teirra brekaðu á skránni komandi ár.
Landsstýrismaðurin í almannamálum fer at seta ein bólk at samskipa tey tiltøk, sum tað almenna fer at skipa fyri í sambandi við ár teirra brekaðu. Í hesum bólki verða eftir ætlan umboð fyri Ráðið fyri brekað, tað almenna, Landsverkfrøðingin, MBF, og arbeiðsmarkaðin.
Landsstýrismaðurin metir tað vera av stórum týdningi, at samstarvið við allar partar av arbeiðsmarknaðinum er gott, tá tað um kor teirra brekaðu ræður. Eitt líkinda arbeiðslív er at kalla ein mannarættur í dag, og eisini tey, sum ikki hava fullan førleika, eiga at fáa atgongd til arbeiðsmarknaðin. Fyri at hetta í nóg stóran mun skal lata seg gera, er tørvur á nýhugsan og vælvilja frá øllum pørtum.
Í løtuni verður millum annað arbeitt við at gera eina lóg um brekað, sum m.a. skal staðfesta, hvørji rættindi tey brekaðu hava í samfelagnum, og hvørjar skyldur tað almenna hevur mótvegis teimum brekaðu. Harumframt verður arbeitt við at lógarregulera Teknmálstulkatænastuna. Tey hoyribrekaðu skulu uttan forðingar hava møguleika at samskifta við hoyrandi, og hetta samskifti skal sjálvsagt eisini ganga hinvegin: tey hoyrandi skulu eisini kunna biðja um tekn-málstulk, tá tørvur er á hesum. Leiðari er settur til Stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin, hetta fyri at betra um verandi tænastustig.
Landsstýrið fer 2003 at stuðla menning og útgávu av teldutøkum blindamáli. Meginfelag teirra brekaðu hevur fingið hægri játtan fyri 2003, fyri at geva limafeløgunum betri møguleikar at arbeiða við teirra áhugamálum.
Ráðið fyri brekað er valt og er farið til verka. Við íblástri úr m.ø. fyrimyndarreglunum hjá ST fyri brekað, er Ráðið fyri brekað umskipað, og teir nýggju limirnir umboða ein breiðari part av samfelagnum. Umframt at ráðgeva landsstýrismanninum í almannamálum um viðurskifti, sum viðvíkja brekaðum, skal Ráðið fyri brekað virka sum eitt upplýsandi millumlið millum landsstýrismannin og samfelagið, og hava eyguni eftir øllum samfelagsviðurskiftum, sum eru av áhuga fyri brekað-økið.
Merkisdagar sum 3. desember og merkisár sum 2003 eru hentar og hepnar áminningar til myndugleikar og fólk um at hava í huga tey, sum orsakað av avmarkaðum førleika ikki hava fulla atgongd til samfelagið alt. Men tað týdningarmesta má vera at arbeiða fram ímóti, at tílíkar dagar og tílík ár verða óneyðug. Tá nærkast vit tí, sum altíð má vera tað endaliga málið: eitt samfelag fyri øll.









