2003 deja-vu

Júst hendan støðan á arbeiðsmarknaninum er ikki komin fyri áður, men tað hendi nakað í 2003, sum í alstóran mun minnir um

AFTURLIT

Tað var 3. mai 2003, at Sosialurin kundi bera tíðindini um, at Karsten Hansen, sum tá var landstýrismaður í fíggjarmálum, hevði í hyggju at vraka sáttmálin millm Elfelagið SEV og Maskinmeistarafelagið. Hann segði tá:
-Eg havi ikki fingið nóg góð argumentir til at góðkenna sáttmálan.
Orsøkin er einføld: Lønarhækkingin er ov stór
Upprunaligi sáttmálin skuldi vera galdandi frá 1. mars 2003 og tvey ár fram. Sáttmálin gav teimum umleið 45 maskinmeistarunum hjá SEV 4,3% í lønarhækkan 1. mars 2003 og tað sama árið eftir umframt aðrar ábøtur upp á sáttmálan.
Hendan støðan var púra ókend. Góðkenningin hjá landsstýrismanninum hevði undan 2003 at kalla bert verið ein formalitetur, og tað kom serligt óvart á Maskinmeistarafelagið, at landsstýrismaðurin nú skuldi leggja seg út í máli.
17. juni vrakar Karsten Hansen aftur eina semju mill SEV og Maskinmeistarafelagið. Tá sigur Karsten Hansen:
? Eg kann ikki lata meg stýra av hóttanum um arbeiðssteðg, og eg má nýta tey amboð, sum eg havi, at stýra búsakapinum við. Tað er einki, sum rættvísgerð eina slíka lønarhækking.
Lítið munur var á vrakaðu sáttmálunum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Endiliga semja
Tað var ikki fyrr enn 18. juni 2003, at Karsten Hansen loksins kundi veita einum lønarsáttmála sína samtykt. Maskinmeistarafelagið roknaði endaligu semjuna til eina lønarhækkan áljóðandi 10,96% yvir 28 mánaðir. Einasta broytingin í mun til vrakaðu sáttmálarnar var, at sáttmálin nú var galdandi til 1.juli 2005 heldur enn 1. mars 2005.
Trupulleikin á vári 2003 var fyri landsins myngduleikar, at sáttmálin millum SEV og maskinmeistararnar var tann fyrsti av væl omanfyri tretivu sáttmálum, sum skuldu avgreiðast um hetta mundið ? bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Og hildið var, at hesin sáttmálin fór at verða nýttur sum grundarlag undir teimum komandi samráðingunum.
Sáttmálasamráðingarnar gingu heldur ikki eftir vild hetta árið. Landið varð lagt lamið av verkfalli á privata arbeiðsmarknaðinum.
Karsten Hansen segði 18. juni 2003:
??Eg havi allatíðina sagt, at maskinmeistararnir kundu fáa tað sama, sum feløgini á tí privata arbeiðsmarknaðinum,Teir privatu hava lagt eina linju, og hana vóru vit í hesum førinum noyddir at fylgja, sigur Karsten Hansen.
The rest is history.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Heimildin í lagi
Í fyrsta umfari umfari spurnartekin við, um landsstýrismaðurin hevði heimild til at vraka sáttmálan. Rúni Joensen, sum tá var aðalstjóri í Løgmálaráðnum, segði soleiðis við Sosialin:
 -Landsstýrismaðurin skal góðkenna allar slíkar sáttmálar sambært kommunustýrislógini.
Tá var kommunustýrislógin rættiliga nýggj, men heimildirnar hjá landsstýrismanninum vóru einki nýtt í fyrisitingarligum høpi.
§ 5, stk. 5. í kommunustýrislógini sigur:
 ?Ásetingarnar í sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk (íroknað kommunalar felagsskapir) og flokkingar og stig fyri størv, sum ikki frammanundan greitt eru ásett í sáttmála ella avtalu, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.?
Í viðmerkingunum til lógina stendur:
?Ásetingin skal verða við til at tryggja eitt javnt alment lønarlag og at samsvar er millum lønir hjá landinum og hjá kommunum. Sostatt skulu sáttmálar og avtalur, sum kommuna, kommunur ella kommunalir felagsskapir gera, har ásetingar eru um løn- og setanarviðurskifti góðkennast av landsstýrismanninum.?  
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Djurholm vildi lóggeva
Støðan fyri tveimum árum síðani var øðrvísi á tann hátt, at maskinmeistararnir ikki fóru í verkfall, og fólk kring landið fingu streym sum vant. Ì dag er ein onnur støða.
Fyri tveimum árum síðani var tankin um streymloysi kring landið púra óhugsandi. Landsstýrismaðurin í vinnumálum og núverandi varaløgmaður, Bjarni Djurholm segði tá:
-        Fer eitt verkfall hjá SEV at leggja landið myrkt, er ongin ivi um, at Løgtingið fer at leggja uppí.
-        ? Tað kann ikki góðtakast, at landið verður sløkt og tí er onki at ivast í, at Løgtingið verður kallað saman at viðgera støðuna. So fáa vit at síggja, um meirilutin fæst fyri at seta ein sáttmála í gildi við lóg, so at endi fæst á einum slíkum verkfalli beinanvegin.