Havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur júst verið á tí árliga merkingartúrinum.
- Sum nakað nýtt vórðu 128 hýsur merktar á hesum túri. Nógv varð merkt av hýsu, áðrenn sjómarkið fór út á 200 fjórðingar í 1977, men hetta hevur ikki verið endurtikið aftur fyrr enn í ár.
Havstovan heldur, at tað verður spennandi at vita, um nøkur hýsa verður fiskað aftur, tí hýsa tolir ikki væl ta harðligu viðferðina, sum hon fær í trolinum.
- Umframt tær 128 hýsurnar, vórðu eisini 2002 toskar merktir, og tað er meira enn í fjør, tá talið av toski, sum vórðu merktir, var 1195.
Endmálið við merkingartúrinum, sigur Havstovan er at kanna ferðingarmynstrið hjá toski og hýsu á føroyska landgrunninum.
Á viðheftu mynd sæst, hvørji fiskasløg vórðu merkt á túrinum hjá Magnusi Heinason, og hvussu nógvir fiskar - av hvørjum slagi sær - vórðu merktir.