TíÐindabræv frá Mentunargrunni Studentafelagsins
???????
Yrkingasavnið »2002 Nætur« er ein heild í tveimum rásum. Onnur er frá fyrstu náttini við tilsiping til skapanina um úrvaldar nætur til ta tveytúsundogaðru náttina, har samband verður knýtt aftur til ta fyrstu. Ávegis er í einum filosofiskum hami sagt frá tilverukorum á fold. Hin rásin hevur í øllum yrkingunum undirtittulin Patos I-X, har tær kenslurnar hava orðið. Kærleiki og kuldi umskiftast, til deyðin er veruleiki. Sterkar kenslur gera seg galdandi í savninum, sum er ognað vinkonu, ið doyði ung.
»2002 Nætur« er løgd til rættis og prenta á Hestprent. Hon er 30 síður til longdar og kostar 90 kr. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út.









