Hvat nyttar tað, at hava ?cybervinir? í stóru verð, tá ein situr einsamallur við teldina og heldur vil hava onkran at tosa við? Eingin teknologi, kann koma ístaðin fyri eitt menniskja. Kanska fer tað einaferð, at bera til at tosa við teldina ella við ein robott, men hvat nyttar tað? Hvørgi hava eina sál, ella menniskjaligar eginleikar. Mennsikja er og verður ein sosialur skapningur.
Interneti hevur á ein hátt broytt heimin, men er hann vorðin betri? Teknologi er sum alt annað relativt, hon kann brúkast til gott og ónt, men í sjálvum sær er teknologi hvørgi. Nógv droyma um eitt háteknologiskt samfelag, meðan onnur droyma um, at fara ?back to the basics?, at liva sum tey livdu fyrr. Sjálvur hevði eg kunna hugsa mær, at liva í og av náttúruni. Nátturan er í vanda. Um nøkur ár, kann hon kanska bara upplivast í ?cyberspace?.
Sjálvt um vit hava hevja okkum uppum náttúruna, eru vit ein partur av henni, um vit vilja tað ella ikki. Umhvørvisdálking er eitt stórt vandamál. Í sísta enda, kann tað enda gali. Í føroyum hava vit reina luft og reint vatn, tað hugsa vit als ikki um, tí tað er næstan ein sjálvfylgja. Spurningurin er, hvussu leingi fer tað at verða? Sjógvurin er eisini dálkaður. Meira vit dálka, verri verður tað fyri okkum sjálvi. Um alt bara heldir áframm, verður framtíðin alt annað enn ljós. Hvat verður tað næsta teknologiska ?framstigi?? Eitt av teimum fyrstu verður, at eitt menniskja verður klona. Sjálvt um tað etiskt er skeivt, verður tað gjørt, bara tí at tað ber til. Eva má bara bíta í, tað súra eplið. Tað fer at broyta heimin. Onkur heldur til tað betra, men eg yvist stórliga, tí eg veit at tað fer, at verða misnýtt. Tá súrepli er eti, ber tað ikki til, at angra og heingja tað uppá træði. Tað er lætt, at hugsa um hvussu gott, vit í vesturheiminum hava tað. Verri er, at hugsa um tey fátæku í 3. heiminum. Tey hugsa ikki um teldir og internet, men um at fáa mat og drekka. Ein av stórstu avbjóðingunum í hesi øldini, verður at javna út. So at tað ikki verða ovurrík og sera fátøk. Hetta fer nokk ongantíð at broytast. Men tað ber altíð til, at royna.
Ein onnur stór avbjóðing er, at finna okkurt móti krabbameini og AIDS. Um færri pengar vóru brúktir til vápn og fleiri til læknavísindi, var ein kurur fyri langt síðani funnin. Vónandi læra vit av fortíðini, men tíverri sær tað als ikki soleiðis út.
Í sístu øld vóru tvey heimskríggj og óteljandi menniskju vóru dripin. Vónandi verður framtíðin betri, tí hon kann næstan ikki vera verri. Vónin um eina betri framtíð, fer at gera morgindagin betri, vónandi fyri øll á okkara bláu gongustjørnu. Tað nýttar í hvussu so er ikki, at verða alt ov svartskygdur. Bara vónin er til staðar, gongur alt í sísta enda gott.