Gallatiltakið á Hotel Føroyum leygarkvøldið gav tilsamans góðar 200.000 krónur í kassan.
Tað upplýsir Team Rynkeby í Danmark á síni heimasíðu.
Endamálið við tiltakinum er at savna inn pening til børn við krabbameini og tað er Team Rynkeby í Føroyum, sum skipaði fyri.
Eini 200 fólk høvdu ognað sær atgongumerki fyri 1000 krónur hvørt, til tiltakið við mati, tónleiki og undirhaldi. Og alt, sum kom inn, fór óskert til endamálið.
Ein av fyriskiparunum, Alfred Hummeland, sigur við Team Rynkeby, haðani myndin eisini er, at hann er sera væl nøgdur við undirtøkuna og nú verður umhugsað at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak.
Á myndini er Alfred Hummeland við kekkinum við upphæddini, sum varð savnað saman.
|