200.000 kr til Holme setur nýggjan standard

– Eg meti at ein løn á umleið 70.000 til 100.000 krónur um mánaðin er ikki órímilig fyri ein almennan stjóra, sigur Johan Dahl.

– Eg meti at ein løn á umleið 70.000 til 100.000 krónur um mánaðin er ikki órímilig fyri ein almennan stjóra, sigur Johan Dahl.

 

 

Johan Dahl, landsstýrismaður við ábyrgd av Atlantsflog, ásannar, at lønin hjá Jørgen Holme, stjóra í Atlantsflog, upp á 200.000 krónur um mánaðin, setir nýggjar standarir fyri, hvat tað almenna kann gjalda í løn til sínar stjórar.

 

Tað segði hann við Sosialin í gjár.

 

Higartil hava stjórarnir í almennu partafeløgumnum Føroya Tele og Posta, sum bæði liggja undir Vinnumálaráðnum, gingið á odda. Kristian R. Davidsen og Joel undir Leitinum liggja báðir á eini stjóraløn oman fyri 100.000 krónur. Men lønin hjá Jørgen Holme á stívliga 200.000 krónur um mánaðin, loypir í eyguni á landsstýrismanninum.

 

– Jú, eg haldi ikki, at tað almenna skal vera lønarførandi við sínum stjóralønum. Tað almenna eigur at seta eitt loft á, hvat ein stjóri í einum almennum partafelag kann tjena, sigur Johan Dahl.

 

Spurdur, hvar tað loftið í sofall átti at verið, svarar landsstýrismaðurin:

 

– Eg meti at ein løn á umleið 70.000 til 100.000 krónur um mánaðin er ikki órímiligt fyri ein almennan stjóra, sigur Johan Dahl.

 

Landsstýrismaðurin ásannar tó, at higartil hevur hann einki gjørt fyri at hetta ”loftið” eisini verður praktiserað í veruleikanum.

 

– Nei, tað er ikki gjørt higartil, viðgongur Johan Dahl.

 

Landsstýrismaðurin vísir tó í sama viðfangi á nýggjasta, almenna partafelagið, har roynt hevur verið at gera nakað ítøkiligt fyri at stýra lønarlagnum. Lóggávan undir P/F Visit Faroe Islands ásetir, at landsstýrismaðurin skal góðkenna samsýningina til nevndina í felagnum og lønina til stjóran.

 

Hóast hann higartil einki hevur gjørt vil lønina hjá Jørgen Holme, so sigur Johan Dahl seg fara at hyggja uppá málið:

 

– Vit mugu taka hetta upp, nú Atlantsflog aftur verður alment burturav, og ikki longur er skrásett á keypsskálunum, sigur Johan Dahl, uttan at útgreina nærri, hvat tað ítøkiliga merkir.

Landsstýrismaðurin hevur bestan hug at hyggja frameftir:

 

– Í framtíðini má tað almenna hava ein lønarpolitikk, soleiðis at tað almenna ikki er lønarførandi við sínum stjóralønum. Samstundis mugu vit hava ein fleksibilitet inni í skipanini, soleiðis at tað almenna er ført fyri at fáa fatur á teimum dugnaligastu fólkunum, ið eisini eru sinnað at ofra seg fult og heilt fyri sítt almenna stjórastarv. Tað kostar, argumenterar Johan Dahl.