20.000 krónur til barnafamiljurnar

- Skattalættin hjá landsstýrinum og skattalættin og barnalættin hjá Klaksvíkar býráð gera samanlagt, at barnafamiljur í Klaksvíkar kommunu við lág- og miðalinntøkum fara at  hava umleið 20.000 kr. meira eftir til egna nýtslu í 2016 enn tey høvdu í 2015, skrivar Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung í Klaksvíkar kommunu í lesarabrævi.

 

Jóhann Lützen hevur fingið útrokningar frá skattaserfrøðingi og býráðsumsitingini, sum vísa tvey dømi um barnafamiljur í Klaksvíkar kommunu, har annar hjúnafelagin vinnur 300.000 kr. og hin 200.000 kr. um árið. Í fyrra døminum hevur familja 3 børn og í tí seinna 2 børn í dagstovnaaldri.

 

Útrokningarnar vísa, at hesar barnafamiljurnar í Klaksvíkar kommunu netto fara at hava umleið 20.000 krónur meira eftir aftan á skatt í 2016, enn tær høvdu í 2015, skrivar hann.