2000 tons av gomlum ruski

Hóast Brennistøðin á Hjalla hevur brent við fullari megi í ein lítlan mánað, liggja enn í alt um 2000 tons av gomlum ruski á goymslu á Hjalla.

Ovnurin á Brennistøðini á Hjalla hevur fyri kortum verið umvældur í tveir mánaðar, men 17. apríl byrjaði brenningin á Hjalla aftur:
 
- Umvælingin av brenniovninum á Hjalla fer fram í tveimum stigum. Fyrsta umvælingin er liðug, men endaliga umvælingin verður tó ikki liðug fyrr enn í august. Tá verður Brennistøðin á Hjalla aftur stongd í eina viku, men so alt eisini gjørt, sigur Bárður Mikkelsen, stjóri á Brennistøðini á Hjalla.
 
Í alt kostar umvælingin 36,5 milliónir krónur, og tað verður Tórshavnar Býráð, ið fer at gjalda upphæddina.
 
Múrverkið sprongdist
Dagin fyri Brennistøðin á Hjalla lat upp, sprongdist ein partur av múrverkinum, men Bárður Mikkelsen sigur, at hóast hetta brennur ovnurin á Hjalla við fullari megi:
 
- Óhappið hendi undir upphitingini, men tað var ikki so álvarsamt, sigur Bárður Mikkelsen.
 
2000 tons av ruski
Av tí at Brennistøðin hevur verið stongd í heilar tveir mánaðar, liggja í løtuni um 2000 tons av gomlum ruski á goymslu. Fyri at forða fyri at ruskið dálkar óneyðuga nógv, er mesta ruskið pakkað inn í ballir:
- Vit hava deilt ruskið upp. Fyrst knústu vit ídnaðarruskið og bingjuruskið og pakkaðu tað í ballir. So í alt liggja nú 1872 ballir, ið viga um 1200 tons á Hjalla. Húsarhaldsruskið, ið vigar 700 tons, hava vit koyrt niður í eina »silo«, ið er eitt stórt rúm at goyma rusk í. Restina av ruskinum hava vit koyrt í bingjur. Í alt meti eg, vit hava 2000 tons av gomlum ruski til góðar at brenna, sigur Bárður Mikkelsen.
 
Á Brennistøðini á Hjalla vita tey ikki at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at brenna gamla ruskið:
 - Í løtuni dugi eg ikki at meta, hvussu langa tíð tað fer at taka at brenna gamla ruskið. Vit eru farin í gongd við at brenna gamla húsarhaldsruskið, men restin av ruskinum noyðist at bíða. Tað gongur ikki skjótt, tí gamla ruskið verður ikki tikið framum nýggja ruskið, so tískil fer tað helst at taka langa tíð til alt ruskið á goymsluni er brent. - Men tað gongur rætta vegin. Sum nú er liggur alt ruskið trygt og væl, og eg vænti, vit fara í gongd við restina í heyst, sigur Bárður Mikkelsen at enda.