2000 litrar av olju á Kaldbaksfirði

Eini tvey kubikk av olju eru í nátt farin á Kaldbaksfjørð. SEV eigur oljuna, sum av misgáum er farin á sjógv. – Tað var ein samanseting av menniskjaligum og tekniskum feili, ið vóru orsøkin, sigur Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV

Í morgun lá ein filmur av olju eftir tí mesta av Kaldbaksfirði. SEV átti mistakið, ið hevði við sær, at ein heilt stór yvirbunkring varð gjørd, tá olja skuldi flytast úr goymslutanganum í dagstangan á Sundsverkinum.

Fyrr í dag greiddi Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV, frá, at talan helst var um einar 50 litrar av gasolju - ella diesel - sum vóru farnir á sjógv.

Men talan er um eina nógv størri mongd.

- Teir hava funnið fram til, at talan helst er um eini tvey kubikk av olju, ið eru farin á sjógv, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri í Havn, sum stendur fyri upptakinum.


Stórt upptak

Tíðliga í morgun fór sløkkiliðið í Havn til verka at avmarka dálkingina.

- Tað hava verið einir tríggir mans til arbeiðis í morgun, at seta sperringar upp og so framvegis, og um eina løtu verða teir einir fýra, til maskinaríið er komið í gongd, og restina av degnum verða tað so tveir, ið fara at syrgja fyri, at oljan kemur upp, sigur Kartni Jacobsen.

Sløkkiliðsstjórin greiðir víðari frá, at teir hava gjørt ein lumma, sum oljan rekur inn í, og tá dagurin í dag er av, er øll oljan komin upp.

- Tíbetur er tað dieselolja, tí hon dampar skjótt og havið klárar væl at niðurbróta hana. Hevði tað verið tungolja, so hevði hetta verið ein katastrofa, so tað er hepni í óhepni, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri.


Hepni í óhepni

Hóast tað er ein katastrofa í sær sjálvum, at yvirbunkring fer fram, so verður hetta ikki nøkur stór náttúruvanlukka.

- Dieselolja er tann frægasta av teimum øllum, og lotið liggur soleiðis, at tað mesta av oljuni liggur fram við landi, har tað er grót, so tað verður helst ikki nøkur náttúruvanlukka. Men eg skal ikki garantera, at onki djóralív verður rakt, greiðir Kartni Jacobsen frá. Hann greiðir víðari frá, at nágreiniligu mongdina av olju kennir mann ikki heilt enn, men at tað helst ikki fer upp um 2000 litrar.


Alarmurin riggaði ikki

Tað eigur at vera ein ávaringarskipan, sum sigur frá, nær dagstangin er fullur, men hesin riggaði ikki, tá oljan skuldi flytast úr einum tanga í ein annan.

- Alarmurin segði ikki frá, og menninir vóru ikki klárir yvir tað, og tí hendir hesin lekin, greiðir Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV, frá.

Tá oljan er tikin uppaftur, fer sløkkiliðið at rokna út, hvat dálkingin hevur kostað, og eftir tað verður rokning send SEV, fyri dálkingina. Harafturat, kann SEV rokna við eini bót, sum tó ikki er so heilt stór.