2000 kvinnur til Kvinnurenningina

Seinnapartin í dag skipar blaðið Kvinna saman við rennifelagnum Bragdinum fyri tí árligu Kvinnurenningini. Hetta er 5. árið á rað, at kvinnur úr øllum Føroyum hittast til størsta rennitiltakið í Føroyum.

 

Mikudagin á midnátt var seinasta freist at boða frá luttøku, men áhugin var so mikið stórur, at fyrireikararnir valdu at leingja freistina nakað. Tískil er væntandi, at einar 2000 kvinnur luttaka í renningini í dag.

 

Eins og undanfarin ár hava fyrireikararnir lagt tvær rutur til rættis. Rennirutan, sum er fimm kilometrar, og gangirutan, sum er ein teinur á 2,3 kilometrar.

 

Kvinnurenningin 2013 byrjar klokkan 15.00 á Tórsbreyt og endar í Miðbýnum.