2000 krónur fyri 25 ár

Fíggjarmálaráðið ger nú greitt, hvussu gávur kunnu latast til starvsfólk hjá tí almenna, sum hava rundan starvsdag. Í rundskrivi, sum er sennt út í dag, verður sagt, at starvsfólk kunnu fáa 2000 krónur í gávu ,tá tey hava arbeitt hjá tí almenna í 25 ár. Tá fólk hava arbeitt í 50 ár, kunnu tey fáa 5000 krónur.

Stovnarnir kunnu ístaðin fyri peningagávu velja at geva starvsfólki eina gávu, ið svarar til nevndu peningaupphædd.

Fíggjarmálaráðið ger eisini greitt, at í sambandi við starvsdagin kunnu starvsfólk fáa ein frídag við løn.