2000 hava vitjað føroyska ísbjørn

   

Nuuk, Sosialurin: 2000 grønlendingar hava seinastu vikuna vitjað millum annað eina útstappaða føroyska ísbjørn, sum verður sýnd fram í Nuuk í hesum døgum. Ja, eg lúgvi ikki, tí hon er føroyskt, skilt á tann hátt, at tað er Bjarti Mohr, reiðari í Havn, sum eigur hana, hon er sjálvandi løgd og er uppvaksin aðrastaðir á kaldari, norðari leiðum. Og tá hon hevur tænt sína skyldu á framsýningini um veiðumentan í útnorði, so fer hon aftur til Føroyar og Bjarta Mohr, og so skal hon vísa styrkina í felagnum Ísbjørnini.
Grønlendingar hava tikið væl í móti framsýningini um veiðumentan í útnorði, sum Norrøna Húsið í Føroyum, Norræna Húsið í Reykjavík og Nordens Institut í Grønlandi skipað fyri.
Fríggjadagin í seinastu viku lat framsýningin upp og síðan tá hava 2000 fólk vitjað og hesi tølini stava frá seinasta hóskvøldi.
Framsýningin lat upp við maner og tað kanska heldur ikki so løgið, tí hetta var størsta framsýning, sum nakrantíð hevur verið í Katuaq, metanarhúsinum í Nuuk. Salurin var fullur av innbodnum gestum og umframt talur, so var eisini kórsangur og trummudansur.

Veiðulyndið enn í okkum
-Veiðulyndið er enn í okkum. Og gevur tað nakra meining at sýna hvørjum øðrum mentan? Jú, tað haldi eg. Vit liva av sama tilfangi og framsýningin er ein søga um hvussu okkara forfedrar yvirlivdu, segði Jonathan Motsfeldt, landsstýrisformaður, tá framsýningin varð sett.
-Vit mugu útnytta okkara tilfeingi á burðardyggum grundarlagið. Tað er ein stór ábyrgd, sum liggur á okkum við nýmótast veiðutólum. Tá eitt fiska ella djóraslag er oytt, so er ongin leið aftur. Vit hava ikki óavmarkað tilfeingi. Veiða vit 500 djór og stovnurin bert tolir 100, so oyða vit stovnin. Veiða vit á burðardyggum grundarlagi, so gera vit tilverugrundarlagið møguligt fyri komandi ættarliðum, segði Jonathan Motsfeldt.
-Vit eiga ikki at verða mótleikarar móti náttúruni. Vit mugu syrgja fyri, at livandi tilfeingi er til okkara eftirkomarar, segði hann.

Grønlendsk móttøka
Aftaná var pinnamatur at fáa. Grønlendsk spik, sum rátt og ósaltað næstan inni smakkar av nøkrum og harvið heldur ikki vánaliga. Turkaður steinbítur, ið er drivin av lýsi, riklingur av svartkalva, rækjur og annað gott úr grønlendska sjónum.
Onki alment umboð var úr Føroyum og føroyingar í Nuuk vóru ikki at síggja fríggjadagin. Men seinastu dagarnir hava fleiri verið og hugt eftir framsýningini og eisini føroyingar, sum sigla í Grønlandi.