Hóast nývalda løgtingið enn ikki er farið til verka og áðrenn nýggi løgmaðurin og nýggja landsstýrið hava havt sín fyrsta arbeiðsdag, hava tvær løgtingskvinnur tikið seg úr flokkum sínum.
Tilsamans umboða tær stívliga 2.000 atkvøður. Til samanberingar kann nevnast at Framsókn fekk 2.241 atkvøður við seinasta løgtingsval og Miðflokkurin 1.779 atkvøður. Nýtt Sjálvstýri fekk 1.305 atkvøður.
Annika Olsen, sum fekk 921 atkvøður á listanum hjá Fólkaflokkinum, boðaði mikudagin í farnu viku frá, at hon fór úr Fólkaflokkinum. Við Vikuskiftissosialin segði hon, at hon varð illa viðfarin í flokkinum og at hon kendi seg ikki aftur í nýggju tingmanning floksins.
Nógvar gitingar hava verið um, at hon í næstum fer at boða frá, at hon fer upp í tingbólkin hjá Framsókn, men enn hevur hon einki váttað.
Seint í gjárkvøldið boðaði so Sonja Jógvansdóttir frá, at hon tók seg úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Hon fekk heili 1.061 atkvøður á løgtingsvalinum 1. septembur. Hon leggur tó dent á, at hon enn stuðlar samgonguni.
Sostatt eru 1.982 veljarar, hvørs atkvøða nú hongur í leysum lofti í politisku skipanini. Vandin er, kanska serliga í førinum hjá Sonju Jógvansdóttir, at tær verða settar uttan fyri, tá nevndarsessirnir skulu lutast út á løgtingsfundinum í morgin og sostatt verður teirra ávirkan, umboðandi teirra 1.982 veljarar, ógvuliga skerd. Líkt er tó til, at Annika Olsen gerst partur av valbólkinum hjá samgonguni, og soleiðis fær nakrar nevndarsessir. Sonja Jógvansdóttir harafturímóti er í eini nógv veikari støðu, tí ilt er at síggja, hví samgongan skal geva henni nevndarsessir, nú hon, longu frá fyrsta degi, koyrir í sjálvdrátti.










