200: Vit vita hvat feilar føroyingum

Tá samgongan hevur sitið í 200 dagar kemur nýggjasta fløgan hjá politiska bólkinum 200 á gøtuna, har teir geva sítt boð uppá, hvat í veruleikanum feilar føroyingum Teir larmandi menninir úr loysingarpunk bólkinum 200 hava enn einaferð eina fløgu ávegis, og hesaferð hava teir eitt boð uppá, hvat í veruleikanum feilar føroyingum.

- Vit halda, at føroyingar hava tað sokallað ?Stokkhólmssyndromið?. T.v.s., at føroyingar hava verið gíslar hjá dønum í so mong ár, at vit nú elska tað, og halda ikki, at vit megna at gera nakað uttan tað, sigur Mikael Blak.

 

Heitið á fløguni verður sostatt ?Stokkhólmssyndromið?, og kemur hon á gøtuna 14. apríl.

- 14. apríl er tað 200 dagar síðani ABC samgongan tók við fyri aðru ferð, og tí hava vit valt júst hendan útgávudagin, sigur Mikael Blak.

 

 

Politiskt litaðir hava teir altíð verið, og lítil ivi kann verða um hvønn hugburð menninir hava til ríkisrættarligu støðu føroyinga. Teir hava mangan lagst eftir ymsum politikarum, politiskum flokkum og samfelagsbólkum, tó hevur ein flokkur altíð verið friðaður, nevniliga Tjóðveldi. Hetta verður ikki so hesaferð. Heldur óvæntað fær formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, eisini nøkur skot á vegnum frá loysingarpunk bólkinum 200.

- Vit spældu á einari tjóðveldiscafe eftir seinasta val, og tá søgdu vit við Høgna Hoydal, at um hann so mikið sum hugdi eftir Miðflokkinum, so skuldi hann fáa ein sang frá 200, so nú mugu vit halda orð, sigur Mikael Blak um støðuna.

- Tað er ikki júst eitt skot til Høgna Hoydal, men meira til Miðflokkin, sigur Mikael Blak.