Umleið 200 hovmeistarar og dekkarar umborð á Mærsk-skipum verða uppsagdir, tí útlendingar skulu umborð Eftir at hava kannað fíggjarviðurskiftini hevur leiðslan í Mærsk-reiðarínum gjørt av at koyra 200 hovmeistarar og dekkarar í land og at koyra útlendingar umborð ístaðin fyri.
Uppsagnirnar umfara bingjuskip og tangaskip, sum eru undir donskum flaggi. Mærsk sigur seg harmast avgerðina, men leggur afturat, at tað er neyðugt at hava manningar, sum eru kappingarførar.
Teir flestu dekkararnir verða uppsagdir teir næstu seks mánaðirnar og hovmeistararnir næsta ár, sigur Mærsk í tíðindaskrivi.