200 ung gjørt rúsfría avtalu

Fyrr í ár fór Blái Krossur undir verkætlanina »Rúsfrí avtala«, og fyri fáum døgum síðani varð avtala nummar 200 undirskrivað við tann 13 ára gamla Ebbe Rasmussen

Mótin skiftir við tíðini. Hetta kunnu flestu okkara skriva undir uppá. Men tað er ikki í øllum førum, at móti bara snýr seg um klæðir, og tað sum er uttaná.

Onkuntíð snýr móti seg eisini um tað sum er innií. Ella rættari, tað, sum vit fylla niður í okkum.

Hóast aldursmark er fyri, hvør kann keypa rúsandi løg, so er veruleikin ein annar enn aldursmarkið er.

Ung fólk koma lætt framat tí sum sterkt er, og tað sæðst aftur í býarlívinum. Tað munnu verða tey fægstu, sum eru errin av slíkum, men sum við so mongum øðrum, so er tað eitt øki, tey fægstu tora at nerta við.

Men Blái Krossur ger.

Fyri stuttum fór felagið undir eina verkætlan, sum tey kalla »Rúsfrí avtala«. Avtalan gongur í stuttum út uppá at fáa ungfólk millum 13 og 16 ár, at skriva undir uppá, at tey skulu verða rúsfrí í eitt ár.

Tað kann væl verða, at tað í okkara oyrum ljóðar lætt, men hugsa vit um bólkatrýst og annað, sum kemur fyri í hasum aldursbólkinum, so er tað ikki bara sum at siga tað, hjá teimum ungu at standa ímóti.

Tí er tað so mikið størri bragd, hjá Bláa Krossi, at verkætlanin hevur fingið stóra undirtøku.

Seinast í mars mánað høvdu 100 ung skrivað undir avtaluna, og 12 mai var Ebbe Petersen nummar 200 í røðini at skriva undir.


Ein heilur flokkur

Ebbe Petersen er 13 ára gamal og gongur í 7. flokki við skúlan á Ziskatrøð og hann er ikki tann einasti úr flokkinum, sum hevur skrivað undir.

Tað er nevniliga so, at flokkurin sum hann er - 24 næmingar í alt - hava skrivað undir.

Fyri at skriva undir avtaluna við Bláa Kross, fáa næmingarnir vanliga heiðursbræv og skreytlut, men tá talan er um ein heilan flokk í einum, bjóðar Blái Krossur flokkinum og flokslæraranum til eina máltíð saman við starvsfólki hjá Bláa Krossi.


Pápin fegnast

um avtaluna

Harald Petersen, pápi Ebba, er fegin um at sonurin hevur skrivað undir rúsfría avtalu við Bláa Kross.

? Mær dámar hetta sera væl og eg síggi stórt virðið í hesum, at hann hevur skrivað undir uppá at halda seg frá rúsdrekka. Eg haldi eisini, at tað vigar meira, at hann við síni egnu undirskrivt ger eina avtalu, heldur enn at gera tað við eini munnligari avtalu, sigur Harald Petersen.

Hann leggur afturat, at sonurin ongantíð hevur dámað rúsumhvørvi og tær negativu fylgjur hetta kann hava við sær.

Harald Petersen sigur eisini, at avgerðina eigur sonurin einsamallur.

? Hann kunnaði konu mína og meg um avtaluna, og vit tosaðu eitt sindur um tað heima, men avgerðina eigur hann einsamallur - púra einsamallur.


Vitja allar skúlar

Tá ein slík verkætlan verður sett í gongd er sjálvsagt lættast at taka útgangsstøði í skúlunum.

Hetta hevur Blái Krossur eisini gjørt, men hóast teir ikki eru komnir runt til allar skúlar í landinum, so hava flestu skúlar havt vitjan av Bláa Krossi.

Serligur dentur verður lagdur á at vitjað 7., 8. og 9. flokkarnar, tí tað er har høvuðsmálbólkurin fyri verkætlanini er.

Í tíðindaskrivi sigur Blái Krossur, at móttøkan sum heild hevur verið sera góð, men tó er ein skúli, sum hevur noktað teimum at vitja.


Útseta fyrsta glasið

Sum nevnt er endamálið við avtaluni at fáa tey ungu at halda seg frá at drekka í eitt ár í senn. Avtalan kann síðani endurnýggjast á hvørjum ári til tey eru 18 ár.

Hugsjónin aftan fyri henda tanka er, at tey ungu skulu útseta tað fyrsta glasið, tí kanningar hava víst, at tess yngri fólk eru, tá tey byrja at drekka, tess størri er vandin fyri, at tey fáa rúsdrekkatrupulleikar.

Og er úrslitið at tey ongantíð byrja, so eru Blái Krossur betri enn væl nøgdur