200 tons fyri 2,6 miljónir

Miðalprísirnir á toski 4 og hýsu 2 eru júst teir somu. Hetta er helst ein orsøkin til, at áhugin fyri tí smáa toskinum er so stórur, nú so nógvur ungfiskur er uppi í veiðini. Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya góð 200 tons av fiski á uppboðssølu fyri góðar 2,6 miljónir krónur tilsamans.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 13,04 krónur fyri kilo. Besti prísur var fyri 200 pund av kalva, sum fóru fyri slakar 70 krónur fyri kilo.

Størstu einstøku nøgdirnar á uppboðssøluni í gjár var toskur 4. Her fóru 23,5 tons fyri miðalprísin 13,46 krónur fyri kilo. Hin besti toskurin fór fyri miðalprísin 22,69.

Sløk 15 tons vóru eisini av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 13,45.

Prísirnir á hýsu 2 og toski 4 eru soleiðis á leið teir somu, og er hetta ivaleyst ein orsøkin til, at áhugin fyri tí smáa toskinum er so stórur, nú so nógvur ungfiskur er uppi í veiðini hjá skipum og bátum.

Á Fiskamarknaði Føroya í gjár vóru eisini sløk 30 tons av brosmu og eini 36 tons av longu. Bestu miðalprísir her vóru fyri brosmu 7,82, og besti miðalprísurin á longu var 13,63.

Eini 14 tons vóru av havtasku, og her fór eingin miðalprísur niður um 27 krónur.

Fiskamarknaður Føroya seldi eisini 11 tons av kongafiski. Mest var av kongafiski 2, sum fekk miðalprísin 9,18 krónur fyri kilo.