200 tons fyri 2,4 miljónir krónur

Í dag seldi Fiskamarknaður Føroya góð 200 tons av fiski, har nógv tær størstu nøgdirnar vóru toskur, longa, hýsa og brosma. Eini 55 tons vóru av toski, mest av toski 3, sum fekk miðalprísin 14,27 krónur fyri kilo. Umleið 32 tons vóru av hýsu, mest av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 13,65.

53 tons vóru av longu, mest av longu 2, og her var miðalprísurin 11,90 krónur fyri kilo. Eini 30 tons vóru eisini av brosmu, og her var besti miðalprísurin 6,90.

Toskarogn høvdu lítlan prís í dag, einans 4 krónur fyri kilo. Hinvegin fóru longurogn fyri heilar 17 krónur fyri kilo.

Samlaða sølan á Fiskamarknaði Føroya í dag gav slakar 2,4 miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á slakar 12 krónur fyri kilo.