200 útisetar lýddu á Eivør og Ghetto Kvøld

Fyri fyrstu ferð varð nýggja sendingin Ghetto Kvøld send av Oyrasundi í kvøld.

 

Okkurt um 200 fólk vóru savnaði, tá Ghetto Kvøld bjóðaðu inn til fyrstu sendingina.

 

Nú altjóða kvinnudagur júst er farin afturum vóru umleið 200 føroyingar savnaðir á Oyrasundsnæmingaheiminum og lýddu á, tá fyrsta sendingin av Ghetto Kvøld var á skránni. Millum kjakevnini á hesum serliga kvøldi fylti javnstøða serliga nógv, nú altjóða kvinnudagurin júst er farin afturum.

 

Eitt nú varð kjakast um hvussu rætt tað er, at taka ymiskar prísir fyri harra- og damuklipping. Føroyska hárkvinnan Annfríð Hansen, sum eigur og rekur salongina Hansen & Company, og sum herfyri varð meldað fyri at bróta javnstøðulóggávuna, var og vitjaði sendingina og greiddi frá teirra sjónarmiðum í málinum.

 

Samstundis varð eisini skipað fyri kapping, har hárkvinnur skuldu kappast um hvussu skjótt tað er at klippa ávikavíst mannfólki og konufólki. Munurin var umleið 25 minuttir, og varð hetta eitt greitt sjónarmið fyri, at tað eigur at verða loyvi at taka meira fyri at klippa konufólki enn mannfólki, um hugsað verður um tíð.

 

Eisini kjakaðist eitt pallborð um javnstøðu millum kynini yvirhøvur, og vóru sjónarmiðini sera ymisk um hetta mál.

 

Umframt hesi ting vitjaði Eivør Pállsdóttir eisini og rúnarbant hon fjøldina við sínum fagru songum.

 

Ghetto Kvøld er mánaðarlig sending, sum útisetar í Keypmannahavn skyipa fyri.