200 spam’arar eiga 80%

Ein kanning hjá Spamhouse sýnir, at bróðurparturin av øllum spam-mailum stavar frá bara 200 avsendarum. Men hóast lítla talið, so er trupult at fáa fatur á avsendarunum. Teir skifta netveitara við stuttum millumbilum, og halda fyri tað nógva til í smátjóðum, har reglurnar ikki eru ov strangar, og har teir tí hava góðan arbeiðsfrið.