Fyrsta ordiliga 200 konsertin á danskari jørð í tvey ár.
So eru aftur boð eftir 200. Bólkurin hevur, hóast konsertir uttanlands, nærum ikki spælt eina ordiliga konsert í Føroyum í tvey ár. Men nú kemur vend í, sigur bólkurin í tíðindaskrivi:
»Trummur, bass og gittar, og grefligt kjaftaslit er aftur á skránni. Á konsertini kunnu áhoyrarar vænta at hoyra klassikarar sum "Riddari av Dannebrog", "Radikalt Sjálvstýri (meg í reyvina)", "Leoland", "Exodus 2015".«
Bólkurin siugr, at konsertin samstundis er upphiting til fimtu studioútgávuna hjá bólkinum, sum hevur arbeiðsheitið "Vendetta".
200 gav í 2003 út fløguna "200%", í 2005 "Viva la republica", í 2006 "Graceland", í 2008 konsertfløguna "200 decibel" og í 2009 kom seinasta fløgan "Stokkhólmssyndromið"
Víðari sigur bólkurin:
»200 hevur eina myndakapping á sínari Facebooksíðu, har fjepparar kunnu leggja sínar egnu gimpamyndir út. Kappingin hevur havt við sær eina eksplosjón av gimpamyndum, og sigast kann, at nøgdin av gimpamyndum á síðuni hjá 200 er fimmfaldað eftir fáum døgum.«
Afturat sær hava 200 fingið the Mirror Men, sum 200 halda eru totalt feitir, at spæla.